Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina ?Stuttlig minustøl? eftir Aase Bømler Olsen. Bókin er eykatilfar til støddfrøði í byrjunarundurvísingini, har uppgávurnar byggja á tað, sum er lært í vanligu roknibókini. Bókin er ætla teimum heilt ungu, sum skulu læra tøl uppí 20, og sum skulu læra at draga frá.
Flestu uppgávurnar eru myndir at lita, men fyri at fáa røttu myndina fram, mugu børnini draga frá. Allar myndirnar eru sovorðnar, sum børnini kenna aftur úr sínum gerandisdegi.
Føroya Skúlabókagrunnur hevur eisini givið út bókina Samfelagsfrøði 2. Tilfeingi og búskapur. Hetta er onnur bókin í røðini ?Samfelagsfrøði?, sum er ætla til 8.-10. flokk í lærugreinini søga/samtíð. Petur Ove Petersen hevur skrivað bókina, og Óli Petersen hevur myndskrýtt
Bókin er væl egnað at nýta í evnisundirvísing og tvørgreinaligari undirvísing.
Bókin roynir á lættfatiligan hátt at lýsa allar tættir í búskapinum, og tí er hon vælegnað til øll, sum vilja hava innlit í samfelagsviðurskiftini í síni heild.
Bókin er í litum
Fyri einari tíð síðani gav Føroya Skúlabókagrunnur út »Koyribókina«, sum skuldi vera tað ástøðiliga grundarlagið í koyrifrálæruni í teimum føroysku koyriskúlunum. Nú hevur grunnurin givið út spurnaðarbók til »Koyribókina«. Spurnabókin er ein arbeiðsbók, ið skal vera nýtt saman við »Koyribókini«. Bileftirlitið og Koyrilærarafelagið hava staðið fyri teirra fakligu viðgerðini.