Koyrið varliga - og ikki renna á skeltið

Tað kemur helst fyri, at fólk ikki veruliga geva sær far um, hvat stendur á skeltunum fram við føroysku vegunum. Tað kann eingin siga seg heilt frían fyri. Men harfrá og so til at koyra á eitt skelti, har tað stendur “Koyrið varliga” er kanska eitt stórt lop fyri tey flestu. Men sum tað sæst á myndini omanfyri, hevur onkur megnað at krasja eitt “Koyrið varliga”-skelti.