Koyriávaring: Upp í 35 m/s í kvøld

Ansið tykkum í ferðsluni

Mátararnir hjá Landsverki ávara aftur um vánalig koyrilíkindi í kvøld. Tí aftur í kvøld er vindurin nógvur. Í gjár fór upp á 40 m/s, men í kvøld er tó ikki eins ringt. 

 

 

Í kvøld er harðast vindur á Porkerishálsi, har tað fer upp á 34 m/s. Á Fámjinsvegnum er upp í 32 m/s í kvøld, meðan tað eisini er nógvur vindur á Sandavágshálsi - upp í 28 m/s. 

 

 

Á Norðradalsskarði er upp í 26 m/s. Tí ávarar Landsverk um varsemi í ferðsluni á hesum vegastrekkjum. Vindurin minkar út á náttina.