Koyrdur úr Iran

Iransku myndugleikarnir góvu um vikuskiftið einum týskum diplomati boð um at fara av landinum sum skjótast, og í gjár váttaði uttanríkisráðið í Berlin, at maðurin var farin úr Iran. Iranska stjórnin sigur, at diplomaturin hevði fingist við virksemi, sum ikki var sambariligt við hansara arbeiði, og at hann tí mátti fara úr Iran. Týskar keldur halda, at avgerðin hjá iransku stjórnini kann hava samband við, at ein iranskur diplomatur bleiv vístur úr Týsklandi seinasta summar.