Hóast fimm greiðar sigrar á rað og møguleikan at minka um munin til oddaliðið, H71, niður í tvey stig leygardagin, segði Neistin venjaran á mansliðnum, Mads Rydal, upp í gjár.
Sí eisini:
Neistin sigur venjara upp áðrenn oddabrak
-Eg veit hvat er hent, men eg skilji ikki avgerðina, sigur Mads Rydal, sum í gjár var uppsagdur sum Neistavenjari.
- Í gjár skuldi eg til samrøðu um næsta kappingarár. Ella tað trúði eg, sigur hondbóltsvenjarin við in.fo og heldur fram: - Eg fekk so at vita at tey vildu enda samstarvið í stundini.
Hetta kom óvart á venjaran, sum heldur ikki var nøgdur við grundgevingarnar.
- Teirra grundgeving er, at her hevur verið vánaligt venjingarumhvørvi.
- Eg svari teimum, at um vit hava so vánaligt venjingarumhvørvi, so vinna vit ikki allar teir dystirnar sum vit gera. Tá kemur Tróndur ikki við til sína fyrstu A-landsliðsvenjing og Dánjal er ikki toppskjútti, sigur Mads Rydal og sipar til 19 ára gamla Trónd Mikkelsen og 18 ára gamla Dánjal Ragnarsson, sum eru ávikavist nummar sjey og trý á toppskjúttalistanum í Okkaradeildini.
Men nevndin var ikki samd.
- Leiðslan segði, at tað var ikki orsakað av mær at vit fingu góð úrslit. Tað var orsakað av seinasta kappingarárið, greiðir venjarin frá.
Mads Rydal kundi einki annað enn at ásanna, at hetta var sjónarmiðið og avgerðin hjá leiðsluni.
Sjálvur stendur Mads Rydal við sínar venjingarætlanir.
- Men eg haldi, at eg gjørdi tað rætta við tí leiðini sum vit fóru við liðnum, sigur venjarin, og greiðir frá:
-Teir ungu hava fingið meira ábyrgd og vit hava vunnið eina rúgvu av dystum, og vit hava spælt rættiliga væl.
-Men tey munnu so meina okkurt annað. At tað havi eg ikki gjørt, suffar venjarin, og heldur fram:
- Vit tosaðu fyrr í kappingarárinum um, at vit kundu ikki venja eins og undanfarna kappingarár, tí at vit eru tíggju leikarar færri enn tá. Vit vóru noyddir at hugsa okkum um, sigur venjarin, sum roynir at skilja hvat meinast við vánaligt venjingarumhvørvi.
- Um gott ella vánaligt venjingarumhvørvi meinast við hvussu nógv skjótálop vit renna, so er tað rætt at vit ikki gera tað eins nógv og seinasta ár, ásannar venjarin.
- Vit hava lagt størri dent á, at teir ungu skulu taka góðar avgerðir við bóltinum, og tað hugsi eg at onkur er vorðin argur um - at teir ungu fáa so nógva ábyrgd. Tá hevur onkur kent seg settan til viks, sigur Mads Rydal
- Men tað er so søgan. At vit hava havt vánaligt venjingarumhvørvi. Men tú rennur ikki - og tú vinnur ikki teir dystirnar soleiðis sum vit hava gjørt, um tú ikki venur væl, staðfestir Mads Rydal at enda.
Mads Rydal náddi at stjórna neistamonnum í 12 dystir í Okkaradeildini. Úrtøkan gjørdist sjey sigrar, tveir javnleikir og trý tap.
Neistin hevur seinastu fimm dystirnar vunnið á KÍF (26-21), StÍF (35-27), Kyndil (26-21), (VÍF 30-24), Team Klaksvík (28-24).
Seinasti ósigur hjá Neistanum var ímóti H71 3. november (25-26). Neistin spælir ímóti H71 leygardagin klokkan 16.00 – Dysturin kann hoyrast beinleiðis á FM1.
Støðan í Okkaradeildini (hsf.fo)
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 12 | 350 | 277 | 73 | 20 |
2 | Neistin | 12 | 327 | 291 | 36 | 16 |
3 | StÍF | 12 | 334 | 332 | 2 | 15 |
4 | VÍF | 12 | 334 | 319 | 15 | 14 |
5 | KÍF | 13 | 348 | 322 | 26 | 13 |
6 | Kyndil | 12 | 306 | 320 | -14 | 8 |
7 | Team Klaksvík | 13 | 271 | 409 | -138 | 0 |