Aftur í nátt hevur løgreglan verið úti við radaranum. Hesa ferð vóru tey í Eysturoynni og máldu, hvussu skjótt bilarnir koyrdu.
Úrslitið av tí var at tveir bilførarar koyrdu so ørt, at teir mistu koyrikortið á staðnum. Teir koyrdu nevniliga ávikavist 138 og 149 kilometrar um tíman, har tað annars er loyvt at koyra 80, og sostatt missa teir koyrikortið.










