Koyrdu í stolnum bili uttan koyrikort

Klokkan hálvgum tvey í nátt tók løgreglan tríggjar dreingir undir 18 ár í einum stolnum bili

 

Talan var um ein vørubil hjá eini lastbilafyritøku, sum var steðgaður í Havn. Løgreglan hevði fingið boð um, at bilurin helst var stolin. Hildið verður, at dreingirnir hava koyrt úr Kollafirði til Havnar.

Tríggir dreingir undir 18 ár eru skuldsettir í málinum, og eigarin hevur fingið boð um, at hann kann koma eftir bilinum. Løgreglan heldur, at ein av dreingjunum hevur vitað ella hevur verið so mikið staðkendur, at teir kundu fáa fatur á lyklinum, sum altso ikki stóð í bilinum. Teir eru tó ikki skuldsettir fyri innbrot.