Tá ið Norrøna kom á Havnina tíðliha í morgun, stóð løgreglan fyri henni og steðgaði bilførarum, sum koyrdu íland.
Løgreglan sigur, at í hesum sambandi vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning.
Tann eini var ein bilførari úr Litava, so tað málið mátti avgreiðast á staðnum. Tá ið talan er um útlendingar, verða málini ofta avgreitt á staðnum fyri at sleppa undan at standa í teirri støðu, at bilførarin fer av landinum aftur, so at løgreglan aldrin fær fatur á honum aftur.
Í hesum føri góðtók bilførarin eisini, at málið varð avgreitt, uttan at hann varð førdur fyri rættin. Sostatt fekk hann 4.000 krónur í bót, sum hann hevur rindað, og samstundis missur hann koyrikortið í Føroyum í trý ár. Men hann kann koyra í heimlandinum fyri tað.
Ein annar bilførari varð eisini tikin, og tað málið gongur sína gongd. Løgreglan sigur, at ímeðan ferðslan frá Norrønu varð avgreitt, kom ein bilførari koyrandi framvið, sum løgreglan kendi aftur og tí vistu tey, at hann hevði einki koyrikort. Hann varð so eisini tikin í sama umfari.










