Koyrdu 62.000 litrar av víni burtur

Búrkroppar hava oyðilagt meiri enn 62.000 litrar av dýrum árgangsvíni við ein víngarð í italska landspartinum Toscana. Vínið var í tíggju stórum tunnum, og at innbrotsmenninir høvdu skrúvað kranarnar frá.

Italskir fjølmiðlar siga, at vínið var av slagnum Case Basse Soldera Brunello di Montalcino Riserva, ið verður mett sum eitt tað besta í Italia.

Vínbóndin, sum er 75 ára gamal, veit ikki, hvør tað var, sum skrúvaði kranarnar á tunnunum frá, men hann sigur, at tað kann vera mafian, sum ætlar at trýsta hann til eitt ella annað. Hann sigur kortini, at hann fekk ikki nakrar hóttanir frammanundan.