Koyrdu 400 kliometrar at hoyra Fróða

Eitt russiskt par bleiv so ovfarið av tónleikinum hjá Fróða Hansen og Bartal Augustinussen, sum í hesum døgum eru á tónleikatúri í Russlandi, at tey valdu at ferðast 400 kilometrar fyri at hoyra teir spæla.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja brot frá konsert úr Russlandi

 

Russiska parið kom ov seint til konsertina í Izhevsk, men var til staðar á hugnaløtu seinni um kvøldið, tá Fróði Hansen og Bartal Augustinussen spældu nøkur løg. Tey blivu so ovfarin, at tey valdu at koyra heilar 400 kilometrar til Kazan, fyri at hoyra argjamenninar spæla á konsert.

 

- Tað er ótrúliga stuttligt, at uppliva at fólk taka so væl móti tónleikinum hjá okkum. Konsertin í Izhevsk var útseld og vit spældu fyri 380 fólkum, fortelur Fróði Hansen úr kuldanum í Russlandi.

 

Fyri at síggja russiskt tíðindabrot um Fróða og Bartal trýst HER

 

Fróði Hansen og Bartal Augustinussen hava seinastu dagarnar verið á tónleikatúri í Russlandi, har teir verða móttikinir sum rokkhetjur. Teir uppliva eitt nú, at fólk hava lurta eftir tónleikinum, áðrenn tey koma á konsert. Eisini miðlarnir vísa teimum stóran áhuga.

 

- Til hvørja konsert møta fjølmiðlar, so sum sjónavarp og tíðindabløð, og vilja gera samrøðu. Áhugin er stórur fyri tónleikinum. Eisini eru tey hugtikin av at hoyra um Føroyar, greiðir Fróði Hansen frá.

 

Teir báðir spæla løg hjá Fródi, sum er listarliga navnið, tá Fróði Hansen framførur.