Koyrdu 40.000 km í eina viku

Tíðindaskriv frá Eysturoyar MC:

20 limir úr Eysturoyar MC vóru í Danmark í vikuni undan Hvítusunnu á 14 motorsúkklum. Túrurin var sera væleydnaður. Vit búðu í einum nýggjum stórum summarhúsi tætt við Sommersted, um 20 min. suður vestur frá Kolding. Í húsinum eru 11 dupultkømur, sum øll hava WC og bað. Eisini er fitnesscentur, solarium, svimjihylur, gosbað, sauna, dampbað, billiard og borðtennisborð í húsinum.
 
Vit komu til Danmarkar leygardagin hin 27. mai. Sunnudagin varð vitjað á Caroline træffinum, eitt árligt treff fyri motorsúkklur, sum verður hildið í Middelfart. Vanliga møta uml. 1000 súkklur til treffið. Hendan dagin regnaði sera illa, so einans 5-600 súkklur møttu. Fleiri nýggj vinarbond blivu knýtt hendan dagin.
 
Mándagin gekk leiðin til Týsklands, har vit hugnaðu okkum í Flensburg. Nakað av útgerð bleiv keypt til súkklurnar.
 
Týsdagin og mikudagin gjørdu fólk sum tey vildu, og fleiri nýttu høvi at vitja familju, vinir og kenningar runt um í Danmark.
 
Hósdagin og fríggjadagin koyrdu vit runt í suður Jyllandi og á Als, leidd av einum limi frá motorsúkklufelagnum MC Kaffepunch, frá Haderslev.
Mest forkunnuga hesar dagarnar var vitjanin á Schakenborg, har sum H. K. H. Joakim prinsur býr. Ein eldri sera hittinorðaður maður tók ímóti og greiddi frá. Tveir frálíkir dagar, har vit tann eina dagin fingu karm, so tað stóð eftir í.
 
Leygardagin gekk so leiðin norðureftir aftur móti Hanstholm. Uml. 300 km í kolandi stormi beint á síðuna  ein strævin túrur, tí flestu súkklurnar vóru pakkaðar við nógvum viðføri, og tóku tí nógvan vind á seg.
 
Komin til Hanstholm var stormur, og Norrøna mátti bíða ein tíma við at loysa frá bryggju av tí nógva vindinum. Í Hanstholm er trongt og ringt hjá einum so stórum skipi at manøvrera, so tað gekk long tíð og helst eisini fleiri tons av olju áðrenn Norrønu kom út úr havnini.
 
2. Hvítusunnu endaði ein væleydnaður túrur, øll komu aftur heilskapaði, í góðum lag og samd um, at hetta ikki varð okkara seinasti túrur uttanlanda.