Løgreglan gjørdi ferðslukanningar í Eysturoynni leygardagin, og staðfestast kundi, at har vóru nakrir bilførarar, ið koyrdu alt ov skjótt.
Tann eini bilførarin varð máldur til at koyra minst 130 kilometrar um tíman. Hetta var ein ungur bilførari, og hann fekk koyribann á staðnum.
Ein annar, sum varð máldur til at koyra 122 km/t fekk treytaða frádøming.
Ein varð eisini máldur til at koyra minst 108 kilometrar um tíman, og hann fekk klipp í koyrikortið.