Koyrdir av landsliðnum

Chilenska landsliðið vann um vikuskiftið 1-0 á Írlandi í einum venjingardysti undan HM-endaspælinum í Týsklandi. Men sigurin fekk avleiðingar fyri tveir av spælarunum hjá Chile. Landsliðsvenjarin Nelson Acoste sendi Mark Gonzales úr Liverpool og Reinaldo Navia úr Monterrey heim, tá ið hann fekk at vita, at teir báðir høvdu havt vitjan av konufólki á teirra hotelrúmum eftir sigurin á Írlandi. Hetta vildi venjarin ikki hoyra talan um og sendi teir úr landsliðsleguni.