Havn: Leygarmorgunin varð ein drongur steðgaður í bili í havnargøtum. Tað vísti seg beinanvegin, at drongurin hevði onki koyrikort, tí hann var bert 17 ára gamal. Harumframt var bilurin stolin og drongurin ávirkaður.
Tríggjar skuldsetingar verða reistar ímóti unga manninum, og tað verður fyri stuldur, fyri at koyra uttan koyrikort og fyri at koyra ávirkaður.