Løgreglan ger regluliga sokallaðar grein 13 kanningar, har bilførarar verða steðgaðir og kannað verður, um øll viðurskiftir eru í ordan.
Tað gav eisini úrslit, tá løgreglan um middagsleitið í gjár steðgaði einum bili í Kollafirði.
Hóast tað var alljósur dagur, so varnaðist løgreglumaðurin, at tað luktaði av rúsdrekka í bilinum. Bilførarin varð harvið biðin um at blása í ballónina, og vísti hon, at viðkomandi var yvir markið fyri hvat er loyvt.
- Tað vísir bara, at fólk kunnu koyra ávirkað nær sum helst á degnum, sigur vakthavandi.
Ein blóðroynd varð tikin av bilføraranum, og missur viðkomandi helst koyrikortið.