Politiið í Havn steðgaði um trý tíðina í nátt eini kvinnu, sum koyrdi bil.
Hon varð steðgað, tí politiið hevði illgruna um, at kvinnan var rúsevnismisnýtari og tí kundi vera ávirkað.
Allir politistar hava fingið undirvísing í at kunna síggja á pupillunum á fólki, um tey kunnu vera ávirkað, og tá ið lýst varð í eyguni á hesi kvinnu, hildu politistarnir seg síggja, at hon var ávirkað.
Blóðroynd varð tí tikin av henni, og tá ið úrslitið av blóðroyndini um einar tvær vikur kemur aftur úr Danmark, verður støða tikin til, um kvinnan skal skuldsetast.