Á eini rundferð í gjár, kom løgreglena fram á ein bátavogn á einum havnarlagið. Bátavognurin hevur danska nummarplátu, men tá ið løgreglan kannar nummarplátuni, komu tey fram á, at hon er avmeldað longu í 2017, ella fyri trimum árum síðani. Sostatt hevur bátavognurin koyrt við ógyldugari nummarplátu í samfull trý ár, og tað fær hann bót fyri.
Løgreglan hevur varhugav av, at hetta er ikki nakað eindømi, tí tað er ikki óvanligt, at bátar verða keyptir uttanlands, til Føroyar, men so verða teir ikki skrásettir í Føroyum, men halda fram at hava útlendsku nummarplátuna.
Men seljarin avmeldar sjálvsagt nummarplátuna fyri at sleppa undan at rinda vegskatt og trygging.
Løgreglan sigur, at tí ræður um, at føroyski eigarin skrásetur bátavognin í Føroyum, tí annars er hann ikki tryggjaður og tað kann verða ein dýr søga, skuldi eitt óhapp hent.