Koyrdi við kenning


 

Náttina til sunnudagin varð ein maður tikin og skuldsettur fyri at koyra við kenning.

Tann 22 ára gamli maðurin var einsamallur í bilinum, tá hann var úti fyri einum lítlum ferðsluóhappi á Lützenstrøð í Havn.

Løgreglan var á staðum og tók blóðroynd av manninum. Bíðað verður nú eftir úrslitunum av royndunum, sum eru sendar til Danmarkar.