Hetta var um hálgumfimm tíðina í morgun. Løgreglan hevði gjáranáttina klipt nummarpláturnar av júst hesum bilinum, men kortin var bilførarin í nátt farin út at koyra við bilinum.
Bilurin fekk skaða, millum annað brotnaði foraksilin, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Bilførarin fær bót fyri at koyra við akfari, sum ikki er skrásett, og fær valla heldur endurgjald frá tryggingini fyri skaðan.











