Løgreglan jagstraði í gjárkvøldið ein mann, sum koyrdi á motorsúkklu í Klaksvík og í Eysturoy, við øgiligari ferð.
Løgreglan sigur, at maðurin, sum er tilkomin, varð máldur at koyra 140 km/t í bygdum øki í Klaksvík. Tá ið hann so setti kós ímóti Norðoyatunlinum, varð avgjørt at steingja tunnilin.
Men bummurin røkkur ikki heilt tvørtur um, so hann smeyg sær ígjøgnum og koyrdi ígjøgnum tunnilin við rættiliga skilaleysari ferð.
Eina ferð varð hann máldur at koyra 160 km/t, men løgreglan sigur, at eitt skifti varð ferðin væl omanfyri 200 km./t.
Í Leirvík misti løgreglan mannin burtur, men eina løtu seinni funnu tey mannin aftur á gamla Leirvíksvegnum.
Har hevði hann koyrt útav, men lukkutíð fyri hann endaði hann í einum hegni á einum strekki, har tað ikki er so bratt.
Motorsúkklan fekk stóran skaða og nakað burturfrá funnu tey mannin, sum eisini hevði fingið skaða.
Hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har hann varð innlagdur, hann er ikki í lívsvanda, men hevur tað hampiligt eftur umstøðunum, sigur løgreglan.
Ákæra verður nú reist ímóti manninum fyri skilaleysa koyring.










