Í nátt tók løgreglan eitt prutl á Runavíkarleiðini. Sum koyrir nógvar ferðir skjótari enn tað hevðu loyvi at koyra. Løgreglan sigur, at talan var um eitt lítið prutl, sum hevði loyvi at koyra 30, men hetta prutlið var so nógv broytt, at tað koyrdi heilar 100 kilometrar um tíman. Harumframt manglaði prutlið bæði ljós og tað hevði heldur onga nummarplátu.
Tann, sum koyrdi prutlið var ein 26 ára gamal drongur og løgreglan tók prutlið á støðina, har tað verður kannað og prutlførarin verður so skuldsettur í málinum. Prutlið fær ikki plátur aftur fyrrenn tað er í ólógligum standi, sigur løgreglan.
Ferðslukøn hava sagt, at tað er rætt og slætt at seta lívið í váða at koyra á prutli, sum koyrir so skjótt, tí tað er ikki bygt til so nógva ferð, og bremsurnar eru heldur ikki gjørdar til at koyra sp skjótt.