Leygardagin kom ein maður inn á politistøðina í Havn fyri at melda eitt ferðsluóhapp. Maðurin hevði koyrt útav í Oyndafirði, og var komin allan tann langa vegin til Havnar fyri at melda óhappið ístaðin fyri at fara inn á politistøðina í Runavík. Politiið hevði mistanka um, at maðurin møguliga var ávirkaður, og tí varð blóðroynd tikin av honum.










