Koyrdi útav á Oyggjarvegnum

Síðstu nátt ætlaði ein maður sær í bili norðaneftir, til Havnar –eftir Oyggjarvegnum.

Men hann kom ikki so langt, tí í Hundsarabotni fór hann útav.

Bilurin varð vrak og maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men hann hevði bara fingið smávegis snuddir.

Men verri fyri hann var tað, at hann verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, tí løgreglan hevur illgruna um, at hann var ikki edrúur og í ti sambandi er blóðroynd tikin av manninum.

Í nátt endaði ein býtúrur hjá einum í Suðuroy við, at hann varð sligin við einum ølglasi og tí sambandi er ein maður tikin og er skuldsettur fyri harðskap.