Koyrdi svakt - og misti koyrikortið á staðnum

Løgreglan gjørdi ferðmátingar í gjár

Í gjár var løgreglan á ferð við ferðmátaranum og úrslitið varð, at fleiri bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt – og summir koyrdu alt ov skjótt.

 

Løgreglan var ymsastaðni í Eysturoynni har tað er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman og har vórðu sjey bilførarar tiknir. Fýra av teimum fingu klipp í koyrikortið, tí teir vórðu skrivaðir upp fyri at koyra ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman. Ein annar bilførari koyrdi ímillum 111 og 120 kilometrar um tíman og hann missur koyrikortið treytað, og sostatt má hann taka tað av nýggjum, annars sleppur hann ikki at halda fram at koyra bil.

 

Men so var tað ein bilførari, sum koyrdi alt ov skjótt, tí hann koyrdi heilar 147 kilometrar um tíman, og hann misti koyrikortið á staðnum.

 

Løgreglan sigur, at ein bilførari varð tikin afturat, men hann varð tikin tí hann koyrdi bil, hóast hann hevur mist koyrikortið.