Koyrdi so skjótt at hann fekk koyriforboð

Tríggir bilførarar vórðu revsaðir í gjár

Løgreglan gjørdi nógv burtur úr at kanna ferðsluna í gjár. Tey vóru á vegastrekkinum ímillum Kollafjørð og Hósvík, og har vórðu fleiri bilførarir skrivaðir upp.

Ein lastbilur varð steðgaður, og tá ið hann var kannaður, vísti tað seg, at hann hevði ov nógv í lastini. Tað fáa bæði bilførari og bileigari bót eftir, og hon verður roknað út eftir, hvussu nógv prosent vóru meiri í lastini, enn lastbilurin hevði loyvi til at hava.

Ein bilførari varð tikin fyri at koyra 102 kilometrar um tíman, og tað fær hann eitt klipp í koyrikortið fyri.

Ein annar bilførari varð tikin fyri at koyra 112 kilometrar um tíman. Hetta var ein ungur bilførari, sum hevði havt koyrikortið í styttri enn trý ár og avleiðingin av tí var, at hann fekk koyriforboð. Og sostatt mátti hann lata bilin standa og hann kann ikki koyra bil aftur fyrr enn hann hevur tikið koyrikortið av nýggjum.

Klippikortið er strangari fyri bilførarar, sum hava havt koyrikort styttri enn trý ár, tí fáa teir tvey klipp í  koyriforboð upp á trý ár, fáa teir koyriforboð

Fær ein bilførari koyriforboð, skal hann lata koyrikortið frá sær og sleppur ikki at koyra aftur, fyrr enn hann hevur tikið koyrikortið um aftur.