Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at okkurt illgrunasamt var við einum bili, sum koyrdi á leiðini ímillum Kirkjubø og Velbastað. Tey, sum boðaðu frá, søgdu, at koyringarlagið var eitt sindur merkiligt, tí bilurin koyrdi eitt sindur sikksakk eftir vegnum og tey høvdu illgruna um, at bilførarin var ikki edrúur.
Talan var um ein leigubil og løgreglan sigur, at tað hendir seg meiri enn so at tey fólk ringja til tey at boðað frá, at tey hava sæð ein leigubil, sum koyrir heldur merkiligt.
Løgreglan sigur, at aloftast er forkláringin, at talan er um útlendingar, sum verða so hugtiknir av náttúrini, at teir gloyma at hyggja eftir vegnum, og tí verður koyringin hareftir.
Løgreglan fór á staðið at kanna umstøðurnar, og tað væntaði løgreglan eisini at tað var í hesum føri.
Men tað var tað ikki. Hóast talan var um ein leigubil, var tað nevniliga ein føroyingur, sum sat við róðrið. Men tað ringasta var, at hann hevði mist koyrikortið so seint sum fyrr í ár, so hann hevði einki koyrikort.
Og at hann varð tikin aftur nú við ongum koyrikortið, verður so bara lagt afturat revsingini.