Koyrdi olju í havið

Norska reiðaríið Høegh Fleet Services skal gjalda góðar 20 milliónir krónur í bót, tí eitt av skipunum hjá reiðarínum pumpaði olju í havið, meðan tað sigldi í Kyrrahavinum.

Amerikanska ákæruvaldið tók málið upp, eftir at ein av manningini á "Høegh Minerva" hevði boðað myndugleikunum frá, at skipið hevði koyrt olju í havið. Nú hevur ein dómstólur í statinum Washington við amerikonsku kyrrahavsstrondina gjørt av, at reiðaríið skal gjalda góðar 20 milliónir krónur í bót, og at annar stýrimaður, sum hevði vakt, tá oljan varð latin í havið, skal sita 30 dagar í fongsli.

Maðurin, sum boðaði amerikonsku myndugleikunum frá tí, sum hent var, gjørdi harafturímóti kvetti, tí sum tann fyrsti í USA nakrantíð hevur hann fingið samsýning fyri at boða frá slíkari dálking. Sambært blaðnum Seattle Post fær hann næstan tvær milliónir krónur í samsýning.