Koyrdi í frádømingartíð og fær mánaðarløn í bót

- Koyrir tú í frádømingartíð, er bótin fyrstu ferð ein mánaðarløn - ella lønin í ein mánað eftir skatt. Aðru ferð er sektin 10 dagar í geglið, sigur løgreglan.

 

Tað gjørdist rættiliga kostnaðarmikið hjá einum bilførara í gjár.

 

Tá hesin varð steðgaður í kanningum hjá løgregluni, vísti tað seg, at viðkomandi koyrdi í frádømingartíð.

 

Hetta hendi á vegamótinum, Gerðisvegur/ Leitisvegur í Saltangará.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tað er munur á at koyra í frádømingartíð og at koyra við ongum koyrikorti.

 

- Koyrir tú í frádømingartíð, er bótin fyrstu ferð ein mánaðarløn - ella lønin í ein mánað eftir skatt.

 

Aðru ferð, tú verður steðgaður í frádømingartíð, er sektin 10 dagar í geglið.

 

Í gjár gjørdi løgreglan annars ferðkanningar bæði í Eysturoynni og Streymoynni. 

 

- Í Streymoynni vóru vit á vegastrekkinum millum Kollafjarðartunnilin og rundkoyringina í Kollafjarðardali. 

 

Vaktleiðarin visti at siga, at her vórðu tvey mál skrivað fyri ov nógva ferð, har bilførarar fingu bót og klipp í koyrikortið.

 

- Haraftrat var ein bilførari, sum yvirhálaði og koyrdi yvir um miðlinjuna á vegnum, har ikki er loyvt at yvirhála. Hetta gevur eisini klipp í koyrikortið.

 

Løgreglan var eisini í Runavíkarøkinum gjáramorgunin og kannaði bilaferðsluna.

 

Her varð eitt nú hugt eftir, hvussu skilið er við dagstovnar - um børn sita rætt íbundin, og um bilførarar snakka í handhildnari fartelefon, meðan koyrt verður.

 

- Men, her var alt í lagi og einki mál skrivað, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.