Koyrdi fullur uttan koyrikort

Løgreglan tók í nátt ein bilførara, sum koyrdi ávirkaður av rúsdrekka

 

Klokkan trý korter til eitt í nátt steðgaði løgreglan einum bili á Hvítanesvegnum í Hoyvík. Løgreglan fekk illgruna um, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, og so var. Tað vísti seg, at hann heldur ikki hevði koyrikort, tí hann hevði mist koyrikortið.

Bilførarin var handikin og blóðroynd tikin, og førarin skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.