Koyrdi fullur og endaði í brummuni

Tá løgreglan klokkan tvey í nátt steðgaði einum bili á Hoyvíksvegnum í Havn vísti tað seg, at bilførarin var rættiliga fullur.

 

– Tá hann blásti í alkometrið vísti tað seg, at hann var sera ávirkaður. Hann varð tikin við á støðina, og  hevur sovið í brummuni í nátt.

Talan var um ein útlending, og tá hann var sera drukkin, og vandi var fyri, at hann kundi farið aftur í bilin, varð bundið um heilan fingur við at lata hann sova á støðini, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

 

Í gjár gjøri løgreglan eisini ferðslukanningar á Hvítanesvegnum í Hoyvík við Skógrøktina. Har vóru 40 bilar steðgaðir, men har stóð væl til, og einki mál varð skrivað.