Tróndargøta er einsrættað frá Finsen av og omaneftir til Niels Winthersgøtu. Niels Finsensgøta er einsrættað úr Steinatúni og niðan til Finsen. Her fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið í nátt

Koyrdi fullur og endaði brummuni

Tveir fingu klipp í koyrikortið og ein skuldseting um rúsdrekkakoyring

Tróndargøta er einsrættað frá Finsen av og omaneftir til Niels Winthersgøtu. Niels Finsensgøta er einsrættað úr Steinatúni og niðan til Finsen. Her fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið í nátt

Løgreglan tók klokkan seks í morgun ein bilførara í Eysturoyartunlinum, har illgruni var um, at hann hevði drukkið. Hann var handtikin og blóðroynd tikin. Løgreglan metti mannin vera ov fullan at sleppa leysan aftur, at hann var lagdur í brummuna at sova, og har svevur hann enn, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Tveir aðrir bilførarar fingu klipp í koyrikortið í Havn í nátt. Annar fyri at koyra ímóti ferðslurætninginum niðan aftir Tróndargøtur úr Niels Winthersgøtu niðan móti Finsen. Hon sum fekk klipp í koyrikortið koyrdi ímóti ferðsluni eystan fyri Finsen, eftir Niels Finsensgøtu oman móti Steinatúni.

 

 

Tróndargøta er einsrættað frá Finsen av og omaneftir til Niels Winthersgøtu. Niels Finsensgøta er einsrættað úr Steinatúni og niðan til Finsen. Her fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið í nátt