Ein bilførari er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður og fyri at hava stolið ein bil. Tá løgreglan steðgaði einum bili í nátt, kundi hon staðfesta, at bilførarin var ávirkaður. Men ikki nógv mikið við tí, bilurin, kann koyrdi, var eisini stolin. Fleiri fólk vóru í bilinum, sum eisini skulu avhoyrast av løgregluni.
Eftir midnátt kom fráboðan um ein annan stolnan bil, sum tó varð funnin aftur seinni í nátt.
Ófriðarligt var í býnum, og løgreglan mátti fleiri ferðir skilja fólk sundur á gøtuni, um tað mundið, tá skeinkistøðini lata aftur um fýratíðina. Og har er eitt mál, við fleiri fólkum, sum løgreglan vil kanna nærri.