Koyrdi fullur á ATV

Maðurin fær nú eina bót, men missur ikki koyrikortið

Seinnapartin í gjár tók løgreglan ein mann fyri at koyra fullur á einum ATV, sum er eitt slag av prutli, ella motorsúkklu á fýra hjólum, og sum verður nógv brúkt at koyra í haganum við.

 

Maðurin hevðu verið so óheppin, at hann datt av, mitt sum hann koyrdi, men hann meiðslaði seg ikki.

 

Men hann slapp ikki undan, at løgreglan kom upp í, so hann fær eina bót.

 

Men hann missur ikki koyrikortið, tí neyðugt er ikki við koyrikortið til hendan ATV´in.