Koyrdi avstað

Beint áðrenn midnátt fríggjadagin kom ein knallert koyrandi frá krossinum Eiragarður/Frælsi. Hann rendi beint í síðuna av einum bili, sum kemur koyrandi eftir vegnum. Drongurin, sum koyrdi knallertina, koyrdi avstað, men fólk, sum vóru hjástødd vistu, hvør hann var.
Politiið fann bæði drong og knallert heima hjá foreldrunum, og kann hann nú vænta sær eina heilsan frá fútanum.
Lítil skaði stóðst av óhappinum, og ongin fólkaskaði var.