Koyrdi ávirkaður í frádømingartíðini

Løgreglan í Havn steðgaði einum bili um hálvgum seks tíðina í morgun

Tá løgreglan um hálvum seks tíðina í morgun steðgaði einum bili í Havn, var mistanki um, at bilførarin var ávirkaður. Og tá hann blásti í alkoholmetrið hjá løgregluni, vísti tað seg, at persónurin hevði drukkið ov nógv til at koyra bil Hann varð handtikin og skuldsettur. 

Men hann fær eina álvarsliga skuldseting afturat. Tað vísti seg, at hann hevði mist koyrikortið frammanundan, og nú koyrdi ávirkaður av rúsdrekka í frádømingartíðini, sum hann eisini verður skuldsettur fyri.

Um tvey tíðina í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um harðskap á einum skeinkistað í Havn. Tað var ein maður, sum varð sligin í andlitið. Persónurin, sum framdi harðskapin, varð handtikin og skuldsettur fyri harðskap.