Koyrdi alt ov skjótt - má aftur til koyrilæraran

Løgreglan hevur aftur tikið nummarplátur í nátt

Í gjár varð løgreglan á ferð eftir vegnum í Kaldbaksbotni og har fingu tey eyga á einum bil, sum koyrdi rættiliga skjótt. Tí varð ferðmátarin settur til og úrslitið varð, at bilurin koyrdi 117 kilometrar um tíman.

 

Har er annars loyvt at koyra 80, so í hesum føri missur bilførarin koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann má taka koyrikortið av nýggjum, annars missur hann tað. Harumframt fær bilførarin eisini 2.500 krónur í bót.

 

Løgreglan hevur eisini ein langan lista frá Akstovuni yvir bileigarar, sum ikki hava goldið vegskatt, ella sum ikki hava verið til sýn við bilinum. Løgreglan koyrir sostatt runt og tekur nummarpláturnar av bilunum hjá teimum. Hesa seinastu dagarnar eru tað sostatt fleiri bilar, sum hava mist nummarpláturnar, og aftur í nátt var løgreglan á ferð og klitpi nummarplátur av bilum. Sostatt mistu fýra bilar nummarpláturnar í nátt.