Í øllum regninum og ringa sýninum í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Havn, koyrdi ein bilur á ein persón á gonguteiginum í ferðsluljósum í Havn. Skaðin var ikki álvarsligur, men viðkomandi fór á Landssjúkrahúsið til kanningar.
– Tá tú koyrir inn í ljóskurvar hevur tú treytaleysa víkiskyldu, og hóast tað var sera ringt sýni, so er tað kortini ikki ein haldgóð grundgeving fyri at sleppa undan revsingini, sigur hann.