Koyrdi 94 í Havn

Í gjárkvøldið, klokkan 19:16, fekk løgreglan fatur á einum bilførara (føddur í 1987) sum koyrdi alt ov skjótt í bygdum øki - í hesum føri Yviri við Strond í Havn.

Ferðmátari teirra vísti, at bilførarin koyrdi 94 km/t, men sum í mátingini varð hann tó skrivaður fyri 91 kilometrar um tíman - tá hevði hann enntá havt møguleika at minka eitt sindur um ferðina.

Maðurin verður skuldsettur fyri hesa skjótu koyring, eins og hann fekk treytaða døming av koyrikortinum.

Vakthavandi á Politistøðini í Havn upplýsir, at rúsdrekka var ikki uppií.