Koyrdi 94 km/t har man hægst má koyra 50 km/t

Ein ungur bilførari hevur mist koyrikortið og skal taka tað umaftur.

Fyrradagin var løgreglan úti og gjørdi ferðslukanningar, og tað var hon aftur í gjár. Hesa ferð á Skálafjørðinum.

 

Ein ungur bilførari varð tikin fyri at koyra við for nógvari ferð. Viðkomandi koyrdi yvir 94 km/t í bygdum øki, har man í hægsta lagi kann koyra 50 km/t.

 

Av tí at ungi bilførarin hevur havt koyrikortið styttri enn trý ár, telir tað sum royndartíð, og tí fær hann beinleiðis koyriforboð. Tí skal hann taka koyrikortið umaftur.

 

Eisini var ein ið koyrdi ávirkaður av rúsdrekka. Hetta var í Klaksvík um 20 tíðina, og viðkomandi bleiv tikin av løgregluni.