Koyrdi 133 í Kaldbaksbotni

Í góðveðrinum í gjár vóru nógv úti og koyrdu.

Tey flestu koyrdu soleiðis sum ferðslulógin ásetur. Men tó ikki øll.

Politiið var í gjár úti á vegunum og gjørdi ferðmátingar ymsastaðni, millum annað á landsvegnum í Kollafirði. Her máldu teir fyrst ein bilførara, ið koyrdi 116 kilometrar um tíman, í einum øki har bert er loyvt at koyra 80.

Seinni um kvøldið gjørdu teir ein størri fong, tá ein bilførari varð máldur til at hava koyrt so nógv sum 133 á Kaldbaksvegnum.