Arbeitt verður við fullari styrki upp á vegin oman í bygdina í Gásadali. Væntandi verður koyrandi til húsini á jólum, sigr Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur.
Gamla ætlanin um vegføring inn í dalin er slept, og í samráð við Bíggjar Kommunu verður vegurin nú lagdur ytri á oman móti lendingini og so niðan aftur í bygdina.
Oyvindur Brimnes sigur, at hann er heldur brattari, enn vanligu krøvini til slíkar vegir eru, men at undantaksloyvi er givið við tí í huga, at ferðslan verður heldur avmarkað á vegnum. Slík undantaksloyvi er rímiliga vanligt at geva, tá talan er um smáar vegir, sigur landsverkfrøðingurin.
Tað verður koritni ikki so, at vegurin verður opin fyri almennari ferðslu, soleiðsi at hvør sum helst kann fara sunnudagstúr til Gásasals við bili. Til tess er sálvur tunnilin ikki klárur, sigur Oyvindur Brimnes. Loftið í tunlinum er tryggjað, men portlarnir eru ikki gjørdir. Trygdarútgerðin, sum krevst til slíkan tunnil, er heldur ikki fingin til vega enn. Tunnilin er stongdur, men gásadalsfólk hava lykil, so tey kunnu ferðast undir egnari ábyrgd gjøgnum tunnilin.
Tað fer at lætta munandi um lívið í bygdini at kunna fáa alla ta vøru, teimum er tøvur á, tann vegin, sigur landsverkfrøðingurin.
Landsverkførðingurin fekk í heyst eina eykajáttan til Gásadalsvegin, men hon kom so mikið seint, at ivasamt verður, um hon øll verður brúkt í ár.
Til at gera tunilin og vegin endaliga lidnar resta knappar 10 milliónir krónur í, sigur landsverkgfrøðingurin. Men tær eru ikki allar játtaðar á fíggjalógini fyri næsta ár, so ikki kann væntast, at almenningurin fær atgongd til Gásadals eftir vegnum rættiliga enn.