Koyrandi út á Eystnes

Í sambandi við at Sev hevur sett vindmyllur upp á Eystnesi, er nú koyrandi heilt út á Eystnes.

Borð og benkur eru sett upp fram við vegnum. Eisini eitt listarverk setur dám á vøkru og fríu náttúruna, har útsýnið er gott.

Vegurin, sum nú íalt er 3,5 km langur, er asfalteraður allur sum hann er. Vegurin liggur væl í lendinum, og fer tætt fram við Nesvatni.

Listarverkið, sum Eyðun Eliasen hevur gjørt, og sum er sett upp, har myllan stóð, sum brotnaði, hevur fingið navnið "Vindskýli". Sera vakurt og sermerkt. Verkið er gjørt úr rustfríum stálrørum. Bonkurin inni í skýlinum vendir beint eyst og vest.

Leygardagin verður skipað fyri einum almennum renni- og gongutúri eftir mylluvegnum. Tað er Nes kommuna, Sev og Roysni (sum er felagið fyri frælsan ítrótt í Eysturoy) sum skipa fyri.

Kelda: Nes kommuna