Tað er trongt í túninum í Gásadali. Nógvir bilar. Vegurin er nú latin upp fyri teimum, sum búgva í bygdini. Onnur noyðast enn sum fyrr at ganga til Gásadals.
Vegurin niðan til Gáadals er so mikið liðugur, at koyrandi er heilt til bygdar. Vegurin er tó iki asfalteraður ella á annan hátt gjørdur endaliga farbarur við autoverju ella tílíkum, og hann er heldur ikki latin upp fyri almennari ferðslu. Gásadalsfólk hava fingið serloyvi at ferðast gjøgnum tunnilin, sum er tryggjaður so mikið, at tað ber til at ferðast gjøgnum hann. Portalarnir eru tó ikki lidnir enn. Men ferðingin er kortini undir egnari ábyrgd. Tunnilin er stongdur, og gásadalsfólk hava fingið lykil.
Lívið er vorðið lættari í Gásadali, síðan tunnilin kom, fegnast postmaðurin í bygdini, Karl Mikelsen, um. Vit hittast í túninum, áðrenn samkomuna, sum verður í skúlanum í samband við, at vegur er komin til bygdina.
Um hesa tíðina í fjør var Sosialurin við, tá hann bar seinasta jólapostin um fjallið. Og hetta var samstundis seinasti túrurin, hann gjørdi til gongu um fjallið, sigur hann. Tí síðan tunnilin varð skotin ígjøgnum tollaksmessudag í fjør, hevur hann fingið loyvi at ferðast tann vegin, so tað hevur lætt væl um stríðið.
?Nú verður tað sum einki, tí nú ber til at koyra millum húsini, sigur hann.
Myrka fjallarøðin hómast móti luftini, og tað kemur eitt ljós út út fjallinum. Enn ein bilur við gestum, sum koma til bygdar í samband við hátíðarhaldið.
Gjøgnum túnið kemur ein eldri maður við stavi spákandi. Hetta er gamli postmaðurin, Solberg Henriksen, sum fyri einum ári síðan skjeyt seinasta skotið í tunlinum.
Hann fegnast sum øll onnur um, at vegur nú er komin til bygdina. Men tað tók langa tíð, ásannar hann. og tað kundi tikið enn longri, um gjørt varð eftir upprunaligu ætlanini at leggja vegin inn í dalin og so útaftur.
Nú er vegurin lagdur frá tunnilsmunnanum oman móti bakkanum og so beint tvørturum. Tað er nógv styttri teinur.
?Vit fingu at vita um tveir møguleikar, greiðir Solberg Henriksen frá. Annar var at leggja vegin inn gjøgdnum dalin, sum upprunaliga ætlað. Tað, fingu vit at vita, kundi taka eini seks ár at gera. Hin var at gera, sum gjørt er nú, og so kundi vera liðugt í ár. Men so gjørdist vegurin nakað væl brattari. Men vit valdu hendan seinna møguleikan. Tí eingin veit, um tað ikki innan seks ár aftur kunnu koma verri tíðir, og so hevði helst verið seinni dagurin, áðrenn koyrandi var til húsini.
Bilarnir koma til Gásasals. Landsverkfrøðingurin og embætismenn hansara. Bygdarráðið í Bíggjar Kommunu, sum Gásadalur hoyrir til. Landsstýrismaðurin við vinnumálum og løgtingsmennirnir í Vágum.
Gásadalsfólk eru flest øll í skúlanum. Oyvindur Brimnes býður vælkomin til hesa samkomuna við døgurða, sum Hotel Vágar hevur gjørt og koyrt til Gásadals.










