- Vit fara nú í realitetssamráðingar við privata felagið, sum hevur bjóðað seg at gera og reka undirsjóvartunnil millum Streymoy og Eysturoy.
Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sum tó ikki vil siga, hvat felag talan er um.
Eftir ætlan skal ein avtala gerast við felagið áðrenn jóansøku. Í útbjóðingini liggur, at tunnilin skal koma upp, bæði eystaru- og vestaru megin á Skálafjørðinum, umframt á Sundi.
- Gongst sum ætlað verður koyrandi gjøgnum tunnilin millum Streymoy og Eysturoy í 2018, sigur Kári P. Højgaard.
Hoyr samrøðu við landsstýrismannin í innlendismálum her: