Koyra um Skopunarfjørð og Tangafjørð um 6 ár

Enn eru politisku flokkarnir ikki endaliga samdir um, hvussu Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin skulu gerast

Um seks ella sjey ár skal tað verða koyrandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin og ígjøgnum Sandoyartunnilin.

 

Tað liggur í semjuni, sum politisku flokkarnir eru í ferð við at gera um teir báðar undirsjóvartunlarnar.

 

Politiski tunnilsbólkurin hevur havt fund í dag og frammanundan vóru vónurnar tær, at tað skuldi eydnast at finna eina semju í dag.

 

Men tað gekk ikki heilt.

 

Páll á Reynatúgvu, sum umboðar Tjóðveldi í tunnilsbólkinum, sigur, at flokkarnir eru at kalla samdir.

 

Nú skulu tingmanningarnar hjá flokkunum umrøða málið og so er ætlanin at fáa tíð til at hava ein fund í morgin, har semjan verður endaliga samtykt.

 

Tað hevur ikki eydnast at fáa orðið á landsstýrismannin á økinum, Jørgen Niclasen, men tingmaðurin fyri Tjóðveldi væntar, at semjan verður formlig á næsta fundi.

 

Av tí sama, at semjan ikki er endalig, vil hann ikki siga nakað um smálutir í semjuni.

 

Men eftir tí, sum liggur í kortunum, skal verða koyrandi ígjøgnum báðar undirsjóvartunlarnar í 2020, ella í 2021.

 

Yvirskipað er ætlanin at stovna eitt alment partafelag, har privat eisini skulu fáa høvi at seta ábyrgdarpening í, afturímóti at tey fáa tryggjað eitt ávíst avkast.