Løgreglan í Havn hevur um vikuskiftið gjørt fleiri ferðkanningar við nýggja lasara-tólinum. Løgreglufólk vóru úti fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin og mátaði ferðina hjá bilum.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, einar tíggju frágreiðingar eru skrivaðar, og at nøkur av hesum hava fingið treytaða frádøming av koyrikortinum.
Sagt verður av støðini, at bilførarar sum heild koyra alt ov skjótt, og at nýggja ferðslulógin birtir uppundir ov nógva ferð á føroysku vegunum.
Orsøkin er, at bilførarar nú bara fáa treytaða frádøming av koyrikortinum, sum merkir, at førarin skal upp til nýggja koyriroynd. Hann hevur samstundis ein treytaðan dóm, og ger førarin eitt álvarsamt mistak afturat í ferðsluni, missir hann kortið. Áðrenn var frádømingin treytaleys, og førarin misti koyrikortið uppá standandi fót.