Koyra nógvar næmingar á Bukkvald

Ingvald á Kamarinum heldur, at tað er forferdiligt, at eisini øll handverkaralæra er vorðin so bókliga tung.

- Tað er forferdiligt, at meistara læran verður koyrd á Bukkvald, tí við at gera tað verða nógvir næmingar eisini koyrdir á bukkvald, vísir Ingvald á og heldur fram:
- Nógvir av næmingunum, ið ikki eru so sterkir bókliga duga væl ymiskt handaligt, fyrr fingu hesir næmingar lærupláss, men nú vera hesir mistir á gólvið í okkara samfelag. Hetta átti ikki at verið neyðugt. Føroyar eru eitt somikið lítið samfelag, at vit áttu at kunna skapt eitt ideelt samfelag.