Í mikudagsútgávuni av Sosialinum, sum fæst í leysasølu í kvøld, hevur Starvsmannafelagið sett navn á 12 kjarnuøkið, sum felagið heldur hava serliga storan týdning fyri sínar limir.
Hartil hevur Starvsmannafelagið í hesum førinum eisini ført politisku flokkarnar til próvtøku og skrivað, hvat flokkurin heldur um einstøku kjarnuvirðini.
Síðani er ein “karakterbók” sett til hvørt kjarnumálið. Ein karakterbók, har fakfelagið vísir á, um einstaki politiski flokkurin virkar fyri somu málum, sum fakfelagið ger.
Blaðið hjá Starvsmannafelagnum er gjørt sum innlegg í Sosialinum. Tað er Starvsmannafelagið sjálvt, sum stendur við ábyrgdini fyri redaktionella partin í innlegginum, sum sæst HER.










