Koyra enn á løgmann um Eysturoyartunnilin

Tjóðveldi vil ikki sleppa málinum um embætisførsluna hjá løgmanni

 

Tjóðveldi vil ikki sleppa málinum um embætisførsluna hjá løgmanni í sambandi við Eysturoyartunnilin.

 

Og nú roynir Kristina Háfoss, tingkvinna, enn einaferð at varpa ljós á málið.

 

Annars tók Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, málið upp í Landsstýrismálanevndini og tað arbeiðir nevndin nú við, men har verður bara leikluturin hjá fyrrverandi landsstýrismanninum kannaður

 

Tí hevur hevur Høgni Hoydal nú eisini klagað løgmann fyri landssýrismálanevndini og ta klaguna fer nevndin at taka støðu til enn.

 

Men Tjóðveldi hevur eisini brúkt øll høvi, flokkurin hevur fingið, til at føra málið fram í løgtinginum í orðaskiftum og í fyrispurningum.

 

Síðsta royndin var at reisa misálit á løgmann, men tað varð ikki samtykt.

Men Tjóðveldi vil ikki sleppa málinum,

 

Men Kristina Háfoss heldur, at tað eru so nógvir ósvaraðir spurningar í hesum máli, sum krevja eitt svar.

 

Tí hevur hon nú sett løgmanni 20 skrivligar fyrispurningar um framferðina í sambandi við Eysturoyartunnilin.

 

- Tað eru fleiri viðurskifti, ið benda á, at landsins ovasta leiðsla ikki hevur hildið seg til lóg um ábyrgd landsstýrismanna og Stýrisskipanarlógina, sigur hon.

 

Tí vil hon nú hava greið svar frá løgmanni fyri at lýsa embætisførslu hansara og fyri at lýsa tað, sum er farið fram í málinum, sum hon málber seg.

 

Teir 20 spurningarnir hjá Kristinu Háfoss, eru hesir:

 

1. Hví hevur løgmaður ikki upplýst fyri Løgtingi og almenninginum, at hann luttók einsamallur á fundi við umboð fyri CIP 27. juni 2013, ið er sami dagur sum avtala varð gjørd um millióna-endurgjald til CIP?

 

2. Hvat varð avtalað á fundinum millum løgmann og umboðið fyri CIP á fundinum 27. juni ?

 

3. Hví hevði løgmaður fund við umboð fyri CIP, uttan at táverandi landsstýrismaðurin í Innlendismálum luttók ?

 

4. Luttók nakar annar, eitt nú embætisfólk, á fundinum millum løgmann og umboðið fyri CIP ?

 

5. Fyriliggur nøkur fundarfrágreiðing frá fundinum millum løgmann og umboðið fyri CIP, og frá eftirfylgjandi fundinum millum løgmann, CIP og Innlendismálaráðið, 27. juni ? Um ikki, hví ?

 

6. Hvør munnlig og/ella skrivlig avtala varð gjørd millum landsstýrið og CIP á teimum fundum, ið løgmaður hevði innkallað til 27. juni ?

 

7. Gav løgmaður munnligt samtykki til, at endurgjaldsavtala varð gjørd við CIP, áðrenn endurgjaldsavtalan varð undirskrivað ?

 

8. Hvørja lógarheimild hevði landsstýrið til, at gera endurgjaldsavtalu við CIP ?

 

9. Hvørjar treytir hevur CIP sett fyri, at landsstýrið útsetir útgjaldið av millióna-endurgjaldinum til CIP ?

 

10. Finst nakað fordømi, har landsstýrið hevur gjørt ”break-fee” endurgjaldsavtalur í samband við verkætlanir hjá landinum ?

 

11. Fer landsstýrið at geva almenninginum innlit í sáttmálan millum landsstýrið og CIP ?

12. Arbeiðir landsstýrið framhaldandi við tunnilsloysn, ið CIP skal verða partur av ?

 

13. Viðurkennir løgmaður, at hann hevur givið Løgtinginum villleiðandi upplýsingar, tá hann í Løgtingum upplýstið, at hann ikki var partur av nakrari avtalu við CIP ?

 

14. Hví varð Løgtingið ikki upplýst um endurgjaldsavtaluna við CIP, tá málið varð lagt fyri Løgtingið og undir 1. viðgerð av málinum á Løgtingi ?

 

15. Hvønn dag varð løgmaður kunnaður um, at embætisfólk í Innlendismálaráðnum høvdu gjørt upprit (dagfest 4. juli) við lemjandi atfinningum at lógini um einkarrætt, ið varð løgd fyri á Løgtingi 1. august?

 

16. Hví heldur løgmaður, at tað var í lagi, at onki varð upplýst um viðkomandi atfinningar frá embætisfólkunum í Innlendismálaráðnum í lógini um einkarrætt, ið varð løgd fyri Løgtingið ?

 

17. Hví heldur løgmaður, at tað var í lagi, at týðandi upplýsingar um kostnaðin av privatari tunnilsloysn í mun til almenna tunnilsloysn vórðu duldar fyri Løgtinginum, tá spurt varð um málið í skrivligum fyrispurningi ?

 

18. Hví trýr løgmaður ikki upplýsingum frá fakfólkum, eitt nú á Gjaldstovu Føroya og hjá Landsverki, í málinum um Skálafjarðatunnilin?

 

19. Metir løgmaður, at tað er rætt og í samsvari við góðan fyrisitingarsið, at løgmaður og Løgmansskrivstovan ikki vilja svara viðkomandi spurningum frá fjølmiðlunum um handfaringina av málinum um Skálafjarðatunnilin ?

 

20. Hvussu samsvarar embætisførsla løgmans í málinum um Skálafjarðatunnilin við §5 í lóg um ábyrgd landsstýrismanna og §33 í Stýrisskipanarlógini?