Koyr á – vit stuðla tykkum!

ÍtróttarSosialurin: Olga Kristina var til próvtøku og spældi landsdyst sama dag

Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, kanst tú lesa alt um kvinnulandsliðið, sum hevur vunnið á bæði Luksemborg og Montenegro, umframt upptakt til finaludystin móti Turkalandi í morgin.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Les eisini um Olgu Kristinu Hansen, sum er læknalesandi í Danmark. Sama dagin, sum hon spældi allan dystin móti Luksemborg, ið Føroyar vann 5-1, var hon til próvtøku í Danmark. – Eg svav í flúgvaranum, sigur Olga Kristina Hansen millum annað í samrøðu í ÍtróttarSosialinum.

 

Les eisini um fimm avbjóðingar, ið HB hevur, um teir ætla sær í Evropa í ár. Málleysi dysturin millum ÍF og HB er dagsins dystir. Ein spælari hjá ÍF er dagsins spælari. Les eisini um hinar dystirnar í 3. umfari í landskappingini, har Víkingur nú hevur lagt seg á odda, meðan suðuroyingar taptu á fyrsta sinni.

 

Les eisini um vestmenningar, sum eru sakleysir í gøluni um spøkilisismálið, men nú kunnu blíva revsaðir um dysturin skal spælast á nýggjum. Dómari, sum spældi fótbóltssdyst fyrr um dagin, og dømdi hondbóltsdyst um kvøldið, svarar fimm spurningum.

 

Les eisini klummuna “Aganevndin dumpaði”, ummælið av dokumentarinum “Onside við Carragher og Neville” og stuttsøgd ítróttartíðindi, har millum annað Torkil Veyhe hevur gjørt bart á súkkluni.